NýNýtsla á Dugna

Skrivað hevur Elin Lindenskov

04/09/2019

Dugni ynskir at minka munandi um nýtsluna av plasti.  Vit hava í  longri tið arbeitt við einum hugskoti um at menna eitt alternativ til keypsnet úr plastikki. 

Úrslitið bleiv LÁNINET, sum vit á Dugna hava sniðgivið, seymað og prentað. Higartil hava vit framleitt 200 net, sum fara í Tinghúsið og Endurnýtsluhandilin á Kambsdali 16. September 2019.

Toyið, sum láninetini eru seymað úr, er alt nýnýtt. Hesi fyrstu netini eru seymað úr brúktum dúkum frá Hotel Vágum og Hotel Hafnia. 

Vælbrúktu dúkarnir eru burturbeindir, tí teir eru slitnir. Vit hava klipt og seymað netini úr tí góða partinum av dúkunum.

Dúkarnir hava tænt sum dúkar í langa tíð, teir eru vaskaðir ofta, so tað eru ongar kemikaliurestir eftir í toynum. Nærum einki CO2 útlát er av flutningi, tí tilfari var í Føroyum og ongin nýggj dálking er av framleiðsluni. 

Um dúkarnir ikki blivu seymaður um til net, vóru teir mest sannlíkt farnir á brennistøðina. Við at brúka teir til láninet, vóna vit, at nýtslan av plastikki og dálking av náttúruni minkar.

Tankin er, at um tit hava brúk fyri einum neti at bera vøruna heim við, so vilja vit fegin lána tykkum eitt net fyri 20 kr. Tú kann lata netið innaftur næstu ferð tú kemur í ein av okkara handlum og fáa 20 kr. aftur. Á henda hátt fer netið í ringrás millum okkara kundar. Vit vóna at netini verða brúkt so nógv sum gjørligt.

Vit á Dugna ímynda okkum, at fleiri handlar kundu verið við í eini skipan við láinetum. Um áhugi er fyri Láninetnum eru tit vælkomin at at ringja til Elin 292975 ella skriv til dugni@dugni.fo

Dugnaverk er heitið hjá Dugna á instagram