Tekning á skránni í skúlanum

Skrivað hevur Stig Elttør

06/11/2019

Týsdagin og mikudagin síðst í oktober varð teknað saman við Tummas Jákupi í skúlanum. Øll vanlig undirvísing varð niðurløgd - og vit kundu gera nakað annað saman í tveir dagar. Ymist er hvussu tekning hóvar okkum - og hvussu tað liggur fyri. Fyri summi virkar tað púra nátúrligt - og tað sær so lætt út. Fyri onnur er tað ein stór avbjóðing - tí hvat skal man gera við eitt tómt hvítt ark?

Tann seinna dagin bleiv borðtennisborðið brúkt til eina stóra felagstekning.

Vit takka Tummas Jákupi fyri tveir góðar og gevandi dagar!