Broytingar í vørumóttøkuni hjá Dugna á Hjalla

Skrivað hevur Elin Lindenskov

08/11/2019

Vit uppliva í løtuni stórt trýst í vørumóttøkuni á Brennistøðini, har nógv gott innbúgv og lutir koma inn hvønn dag. Av tí, at plássið í handlinum er avmarkað, ger hetta, at vøran javnan stendur ov stutt í handlinum og verður burturbeind, áðrenn møguligir keyparar fáa høvi at síggja hana. 

 Fyri at tryggja, at vit liva upp til okkara endmál, um at vísa virðing fyri vøruni, ið tit lata okkum og trivnaðinum hjá okkara næmingum og starvsfólki, velja vit at skipa móttøkuna betur. Framyvir taka vit tí ímóti vøru mikudag og leygardag frá kl. 13.00-17.00.  Henda broytingin kemur í gildi 13. november 2019.

Um tú hevur spurningar hesum víðvíkjandi ring 292974

 

Allan Mørkøre greiður frá broytingunum í Góðan morgun føroyar