Endurnýtsluhandil í Klaksvík

Skrivað hevur Hedvig Johansdóttir

11/02/2020

Í gjár skrivaðu vit undir leigusáttmála í Klaksvík til hølið hjá Soli Deo Gloria í veghæddini, har sum Kiosk700 var fyrr.

Dugni hevur síðsta árið verið í eini tilgongd við at innrætta okkara virksemið á Kambsdali á besta hátt. Við verkstøðum til timbur, seyming, sundurskiljing og polstring eru karmarnir framúr góðir. Vit hava tó havt eitt ynski um at hava endurnýtsluhandilin tættari øðrum handlum og virksemi, so fólk lættari kunnu koma á gátt, og vit enn betur kunnu røkka okkara málbólki. Hetta er blivið ein møguleiki nú Dugni hevur fingið størri játtan á løgtingsfíggjarlógini. Vit eru landsstýrinum og løgtinginum ógvuliga takksom, tí hetta gevur okkum møguleika fyri enn betur at røkka endamálinum hjá Dugna í Eysturoy og Norðoyggjum.

Somuleiðis eru vit hjartaliga takksom til Klaksvíkar kommunu og grannakommunurnar; Viðareiðis kommunu, Kunoyar kommunu, Hvannasunds kommunu og Fugloyar kommunu fyri játtaðan stuðul og góða móttøku nú handilin letur upp í Klaksvík í næstum.

Sí myndir og grein í Norðlýsinum her: 

https://nordlysid.fo/tidindi/63652/dugni-letur-upp-i-klaksvik