Dugni letur dyrnar upp aftur

Skrivað hevur Hedvig Johansdóttir

05/05/2020

Góðu viðskiftafólk.

Dugni hevur fylgt tilmælunum frá landsins myndugleikum og hevur tí ikki havt opið fyri kundum og viðskiftafólkum síðstu vikurnar.

Á skúlanum við Áir fáa næmingar nú aftur undirvísing á skúlanum. Síðani 12. mars hava næmingar fingið undirvísing og vegleiðing yvir neti.

Týsdagin 12. mai lata vit upp aftur í Tinghúsinum. Hetta verður undir skipaðum viðurskiftum, so bæði kundar og arbeiðsfólk halda ásett tilmælir um frástøðu og reinføri.

Matstovan á Hjalla hevur stongt fram til summar og letur ikki upp aftur í sama líki. Vit arbeiða við at innrætta virksemið av nýggjum, har Tinghúsið letur upp í ljósu, stóru hølunum, har matstovan var.

Á Kambsdali arbeiða vit við at innrætta verkstaðirnar av nýggjum. Nærri kunning um nær og hvussu, vit lata upp aftur, kemur seinni.

Gleða okkum at síggja tykkum aftur,

Vit á Dugna