Dugni í Klaksvík

Skrivað hevur Hedvig Johansdóttir

07/05/2020

Týsdagin 26. mai letur Dugni upp endurnýtslu handil í Klaksvík. Opið verður kl. 13 - 17.
Tað er Endurnýtslu handilin á Kambsdali, sum flytur yvir til Klaksvíksveg 56 í Klaksvík.

Handilin eitur "Tinghúsið". Dugni hevur nú 2 endurnýtslu handlar; Tinghúsið á Hjalla og Tinghúsið í Klaksvík.

Í samstarv við IRF fara vit framvegis at taka ímóti lutum á bingjuplássum kring landi. Bingjurnar hjá Dugna verða koyrdar til Kambsdalar, har allir lutirnir verða turkaðir av, settir í stand og fluttir til Tinghúsið í Klaksvík at verða seldir og gleða nýggjar eigarar. Á Kambsdali flytur polstriverkstaðurin oman í stóra hølið, har Endurnýtslu handilin hevur hildið til, og vit koma framvegis at gera tænastur fyri privatar og vinnuligar kundar innan polstring, ístandgerð, seyming o. líkn. Vit kunnu nú bjóða enn betri karmar av arbeiði á verkstøðunum, har vit vóna at kunna bjóða enn fleiri næmingum í arbeiðsvenjing ella fyritíðarpensjónistum í arbeiði.

Vit vóna, at kundar okkara framhaldandi vilja gleða okkum við at koma á gátt í Tinghúsinum til eitt gott keyp og hugnaligt prát. Í Tinghúsinum í Klaksvík hava vit innrættað ein kafé krók! Har ber til at keypa sær gott Floyma kaffi og kondittara køku afturvið.

Vit takka hjartaliga okkara kundum í Endurnýtslu handlinum á Kambsdali, sum hava stuðlað okkum síðani vit lótu upp í 2009 og gleða okkum at bjóða tykkum vælkomin í Tinghúsinum í Klaksvík.