Tinghúsið í Klaksvík

Skrivað hevur Stig Elttør

25/05/2020

Móttøka í Tinghúsinum í Klaksvík.

Á skránni vóru talur, framførslur og felagssangur - eisini var kaffi/te og lekrar smákøkur frá Marietta at fáa. 

Hedvig Johansdóttir, stjóri á Dugna, bjóðaði vælkomin. Síðani hildu Tórgerð Hansen, deildaleiðari hjá Dugna, Ása Olsen, forkvinna fyri stýrið, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum og Jógvan Skorheim, borgarstjóri, røður.

Rani Nólsøe framførdi og spældi undir til felagssang.