Láninet

Skrivað hevur Hedvig Johansdóttir

01/09/2020

Samstarvsátak
Dugni hevur fingið spennandi uppgávu frá Á-samtakinum at framleiða láninet til Á-handlarnar í Føroyum. Láninet eru keypsnet, seymað úr endurnýtslutilfari, sum eru sniðgivin og tilvirkað á Dugna. Saman við Á-samtakinum ynskir Dugni at minka munandi um nýtsluna av plasti. 

Tilgongd
Við uppgávum sum láninet hevur Dugni veruligar uppgávur til okkara fólk. Tilfarið skal vaskast, strúkast, klippast, seymast, prentast og pakkast, áðrenn tað verður koyrt út í Á-handlarnar. Ígjøgnum uppgávur sum hesa verður okkara arbeiði skipað. Tilgongdin er at geva fjølbroyttar arbeiðsuppgávur hóskandi orku og førleikar. 

Menniskjaligt tilfeingi - Tilfar
Tað liggur ein vakur boðskapur í láninetinum, endurnýtslu og nýnýtslu sum heild. Tilfar og menniskju hava rætt til nýggjar møguleikar. Tilfeingið í okkum menniskjum og tilfeingið í tilfari kann blóma av nýggjum, um tað fær møguleika til tess – júst tað, sum spírin í okkara búmerki avmyndar.

Júst hetta er søgan aftan fyri láninetini. Øll eru tey ymisk og serstøk. Nøkur teirra hava fortíð sum tjøld á G-festivalinum, dúkar á Hotel Hafnia, gardinur í fjálgum heimi niðri á Reyni o.s.fr. Felags fyri tey øll er, at tey hava fingið nýtt endamál og nýtsluvirði.

Við samstarvsátakinum láninet hjá Á-samtakinum og Dugna fáa bæði tilfar og menniskju nýggjar møguleikar at blóma, virka og vera til.

Hvat er Dugni?
Dugni er ein sjálvsognarstovnur, sum hevur til uppgávu at skipa fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling til fólk, sum ynskja stuðul til at koma í arbeiði ella útbúgving.
Kjarnuvirksemið er, saman við tí einstaka, at finna og menna førleikar. Tann einstaki fær møguleika at venja arbeiðsevnir og byggja á styrkir og møguleikar.
Vit eru á Hjalla, við Áir, á Kambsdali og í Klaksvík.

Hvønn eru vit til fyri?
Vit eru til fyri fólk, sum hava torført við at fáa ella varðveita arbeiði. Fólk við ymiskum kropsligum, sinnisligum ella sosialum avbjóðingum. Summi tørva eitt 9.flokksprógv og onnur tørva møguleikan at royna síni arbeiðsevni. Uppgávan hjá Dugna er, at vera lopfjølin hjá tí einstaka til eitt virkið lív, útbúgving ella arbeiði.