Stýrið hevur skipað seg

Skrivað hevur Hedvig Johansdóttir

04/09/2020

30. juni 2020 gekk skeiðið hjá Ásu Olsen, forkvinnu í stýrinum fyri Dugna og Jóhan Samuelsen, næstformanni út. Tey tóku ikki við afturvali. Ása hevur verið partur av stýrinum síðani 2012 og hevur verið forkvinna síðani 2014. Jóhan kom í stýrið í 2004 og var formaður í stýrinum í mong ár.

Vegna Dugna ynski eg hjartaliga at takka Ásu og Jóhan fyri alla tíð og orku, tey hava lagt í arbeiðið. Tey hava av sonnum virkað fyri at betra um karmarnar hjá Dugna; Fysisku karmarnar, fíggjarligu karmarnar og karmarnar fyri menning, so stovnurin áhaldandi flytur seg frameftir og kann røkja endamálið. Nú teirra skeið í stýrisarbeiðinum er av, liggja nógvir týðandi og sjónligir varðar eftir tey bæði í bygningum, útgerð og arbeiðsumstøðum.

Landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, hevur valt tveir nýggjar stýrislimir í Dugna í eitt 4 ára skeið fram til 30. juni 2024.

Talan er um Tóru við Keldu, lærari og forkvinna í MEGD og Martin Karl Olsen,1. varaskúlastjóri á Skúlanum á Fløtum.  Á stýrisfundi í gjár skipaði stýrið seg av nýggjum við Jórun Gardar sum forkvinnu og Elkin Klettheyggj sum næstforkvinnu.

Á myndini omanfyri sæst stýrið:
Magni á Deild Olsen uttan til vinstru, síðani Tóra við Keldu, Jórun Gardar, Elkin Klettheyggj og Martin Karl Olsen.

 

- Hedvig Johansdóttir, stjóri