Grøna Virðislønin 2020

Skrivað hevur Hedvig Johansdóttir

09/10/2020

Til evniskvøldið um "Lívfrøðiligt margfeldi" niðri í Reinsaríðnum mikukvøldið 7. oktober, fekk Dugni, saman við Á-handlunum Grønu Virðislønina 2020.

Grøna virðislønin verður latin frá Tórshavnar kommunu til antin persón, stovn ella fyritøku, sum á onkran hátt hevur gjørt eitthvørt umhvørvisvinarligt átak, umhvørvinum at frama.

Í ár varð Grøna Virðislønin latin Á-samtakinum og Dugna fyri okkara samstarvsátak, Láninet.

Láninetini eru keypsnet hjá Á-handlunum, seymaði úr endurnýtslutilfari, og sniðgivin/ tilvirkaði á Dugna. Endamálið við láninetinum er at minka um nýtsluna av plasti.