Tinghúsið á Hjalla letur upp í nýggjum hølum mánadagin 16. november kl. 13.00

Skrivað hevur Elin Lindenskov

14/11/2020

Mánadagin 16. november letur Tinghúsið á Hjalla upp í nýggjum kørmum. Handilin er fluttur í bygningin beint omanfyri verandi bygning, har umsitingin hjá Dugna heldur til.

Mánadagin hava vit opið hús, møguleiki verður fyri at síggja okkara verkstøð og arbeiðsumstøður.

Vit bjóða ókeypis kaffi/te og køku allan dagin í hugnaliga Kaffikrókinum í handlinum. Kaffikrókurin letur upp týsdagin 17. november við nýggjari matskrá, har til ber at keypa sær ymiskt søtt og gott til matna.

Orsakað av korona tilmælum, gera vit ikki stórvegis burturúr, men tit eru meir enn hjartaliga vælkomin á gátt til eitt gott keyp, eitt prát ella eina rundvísing.