Starvsnæmingar frá Glasir

Skrivað hevur Hedvig Johansdóttir

04/01/2021

Í dag byrjaðu Vár Joensen og Angelika Vár av Sondum í starvsroynd á Seymistovuni á Hjalla.
Tær eru 2. árs næmingarar frá Klædnaatstøði á Glasir.

Láninetini og ryggsekkirnir, sum Dugni framleiðir til Á-handlarnar og allar nýføðingar í Føroyum, høvdu fangað teirra áhuga á Instagram og Facebook. Framleiðsla úr endurnýtslu hevur teirra áhuga, og tí valdu tær at royna møguleikan við starvsroynd á Dugna.

Vár arbeiðir eitt nú við at gera taskur úr endunýttum kovboy toy, Valjadesign, sum tú finnur á Instagram https://www.instagram.com/valjadesign/ 

Vit bjóða Vár og Angeliku hjartaliga vælkomnar og gleða okkum til vikurnar saman við teimum her á Dugna.