Umhvørvisvikan 2021

Skrivað hevur Hedvig Johansdóttir

10/05/2021

Á Dugna fegnast vit um møguleikan at luttaka við verkstovu í Perluni til Umhvørvis tiltakið hjá Tórshavnar kommunu 2021. 

Á verkstovuni fingu fólk møguleika at fáa frálæru í at knýta urtapottaupphang úr endurnýtslutilfari, og at gera prýðislutir úr endurnýtsluglasi og -metalli♻

Stakanir á myndini, eru eitt av úrslitinum á okkara verkstovu.

Í samband við tiltakið søkti Dugni um Umhvørvisstuðul til endurnýtlsuverkstovur á Dugna við stearin, klædnaprent, glas og metal. Vit fingu játta kr. 38.000,- til ymiska útgerð, amboð og skeiðsvirksemi.

Vit takka hjartaliga fyri stuðulin.