Korona støðan

Skrivað hevur Hedvig Johansdóttir

25/05/2021

Á Dugna fylgja vit almennu leiðreglurnum við at halda fjarstøðu, hava gott reinføri og at minkað um sosiala samveru, ið ikki er neyðug.

Verkstaðir og handlar okkara hava opið sum vanligt, og arbeiði verður skipað í samráð við ásett tilmælir. Hetta er somuleiðis galdandi á skúlanum við Áir. Um onkur hevur sjúkueyðkenni ella hevur verið í samband við ein smittaðan, er umráðandi at lata seg testa skjótast gjørligt, innan møtt verður inn til arbeiðis/ skúla.

v/ leiðslan