Prógvhandan 2021

Skrivað hevur Stig Elttør

30/06/2021

Hósdagin 17. juni var prógvhandan í skúlanum við Áir. Í ár fingu 15 næmingar 9. floks prógv. Løtan var hátíðarlig við røðum og sangi. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, bar fram røðu, og segði hon ma.: "

At stuðla og eggja fólki til at nema sær útbúgving er eitt tað týdningarmesta, vit sum samfelag kunnu gera. Tí vit vita, at útbúgving er vegurin fram. Útbúgving er leiðin at fara, vilt tú røkka tínum dreymum. Tá lívið stundum gerst tungt, snávingarsteinar eru á vegnum, og tá lívsleiðin ikki er so snórabein, sum vit kundu hugsað okkum, kunnu skúli og siðbundin undirvísing tó illa standa einsamøll.Tá verður tann stóri týdningurin av Dugna so sólarklárur. Tí her fáa øll sín møguleika í lívinum." (Les alla røðuna her: Røða til prógvhandanina)

Lena og Niklas settur sítt dám á við at framføra nøkur løg.

Fleiri av næmingunum fara nú víðari í skúla meðan aðrir fara til arbeiðis. Vit vilja ynskja næmingum alt tað besta og blíðan byr í framtíðini

Fleiri myndir eru her: Prógvhandan 2021