Hvør skal fáa heiðurin?

Skrivað hevur Hedvig Johansdóttir

15/10/2021

Á hvørjum ári gevur Dugni út Kærleikskúluna, ið er sniðgivin av einum av okkara mætu listafólkum. Í hesum sambandi verður á hvørjum ári fyrsta Kærleikskúlan handað einari virðiligari fyrimynd innan vælgerandi endamál.

Viðkomandi skal á onkran hátt hava skarað framúr innan sítt øki og hava verið við til at betra umstøðurnar hjá fólki við skerdum førleikum. Vinnarin skal hava gjørt eitt serligt átak ella hava víst serligt framfýsni og áræði, sum ávirkar virkisøkið hjá Dugna.

Stýrið fyri Dugna heitir á fólk um at senda uppskot inn til Dugna, ið síðani velur millum innkomnu uppskotini, hvør skal fáa heiðurin. Stýrið kann velja annan/annað enn eitt av innkomnu uppskotunum.

Til ber at senda inn uppskot fram til 01. november á www.dugni.fo undir Kærleikskúlan 2021.

Hátíðarløtan, har fyrsta kærleikskúlan verður handað, verður eftir ætlan í Listasavninum 26. november, og freistin at senda inn uppskot er sett til 01. november 2021.

Vinarliga
Jórun Gardar, stýrisforkvinna

 

Leinkjan til at senda inn uppskot liggur her:

http://dugni.fo/?p=kaerleikskulan_uppskot