Kærleikskúlan 2021

Skrivað hevur Hedvig Johansdóttir

22/11/2021

Innbjóðing til hátíðarløtu  26. november 2021

Kærleikskúlan 2021 verður avdúkað í Norðurlandahúsinum
fríggjadagin 26. november kl. 10.

Tað eru nú trettan ár síðani fyrsta føroyska Kærleikskúlan kom út.
Kærleikskúlan 2021 er sniðgivin av einum av okkara mætastu listafólkum.
Á hátíðarløtuni verður almannakunngjørt, hvør hevur sniðgivið Kærleikskúluna, og listafólkið fer at greiða okkum frá, hvat sniðið í ár ímyndar.

Kærleikskúlan er ein savnaragripur við einum innihaldi av sonnum virði – kærleika og vinalag. Hon er ein munnblást glaskúla, ið ber brá av góðsku. Kærleikskúlan er hondgjørd og hvørt upplag er avmarkað. Ikki tvær kúlur eru eins, men hvør einstøk kúla er yndislig á sín egna hátt – júst sum hvør menniskja á jørð.

Kærleikskúlan 2021 verður bert seld í eitt avmarkað tíðarskeið – frá 26. november og til og við 23. desember – í gávubúðum kring landið. Allur vinningur fer til, at styrkja um arbeiðsførleikar hjá málbólkinum hjá Dugna.

 

Skrá 26. november 2021 kl. 10.00 í Norðurlandahúsinum

- Hedvig Johansdóttir, stjóri á Dugna, bjóðar vælkomin

- Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í Umhvørvis- og vinnumálaráðnum flytur fram røðu

- Kærleikskúlan 2021 verður almannakunngjørd, og listafólkið fær orðið

- Jórun Gardar, stýrisforkvinna í Dugna, handar fyrstu Kærleikskúluna 2021 til eina virðiliga fyrimynd

- Lena og Niclas framføra tvey løg

- Ábit og drekkamuður

- Til ber at ogna sær Kærleikskúluna 2021 henda dagin í Norðurlandahúsinum

 

Vit skipa løtuna við serligum atliti til Korona tilmælir.

Neyðugt er við tilmelding á nlh.fo

https://www.nlh.fo/?event=7652/kaerleikskulan-2021 

Øll eru hjartaliga vælkomin

 

Vegna Dugna,
Hedvig Johansdóttir, stjóri