Kærleikskúlan 2022

Skrivað hevur Hedvig Johansdóttir

18/11/2022

Innbjóðing til hátíðarløtu  23. november 2022

Kærleikskúlan 2022 verður avdúkað í Listasavn Føroya mikudagin 23. november kl. 10.


Tað eru nú fjúrtan ár síðani fyrsta føroyska Kærleikskúlan kom út. Kærleikskúlan 2022 er sniðgivin av einum av okkara mætastu listafólkum.

Á hátíðarløtuni verður almannakunngjørt, hvør hevur sniðgivið Kærleikskúluna, og listafólkið fer at greiða okkum frá, hvat sniðið í ár ímyndar.

Kærleikskúlan er ein savnaragripur við einum innihaldi av sonnum virði – kærleika og vinalag. Hon er ein munnblást glaskúla, ið ber brá av góðsku. Kærleikskúlan er hondgjørd og hvørt upplag er avmarkað. Ikki tvær kúlur eru eins, men hvør einstøk kúla er yndislig á sín egna hátt – júst sum hvør menniskja á jørð.

Kærleikskúlan 2022 verður bert seld í gávubúðum kring landið í eitt avmarkað tíðarskeið – frá 23. november til og við 23. desember. Allur vinningur fer til, at styrkja um arbeiðsførleikar hjá málbólkinum hjá Dugna.

 

Skrá 23. november 2022 kl. 10.00 í Listasavn Føroya

-  Hedvig Johansdóttir, stjóri á Dugna, bjóðar vælkomin

-  Karina Lykke Grand, stjóri í Listasavninum flytur fram røðu

-  Kærleikskúlan 2022 verður almannakunngjørd, og listafólkið fær orðið

-  Jórun Gardar, stýrisforkvinna í Dugna, handar fyrstu Kærleikskúluna 2022 til eina virðiliga fyrimynd

-  Tónleika innslag við Kristian Blak

-  Ábit og drekkamuður

 

Til ber at ogna sær Kærleikskúluna 2022 til hátíðarløtuna.
Stroymt verður á Facebook síðuni hjá Dugna

https://www.facebook.com/dugni   

 

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Vegna Dugna,
Hedvig Johansdóttir, stjóri