Vitjan av politiskum flokkum

Skrivað hevur Stig Elttør

02/12/2022

Dugni hevði bjóðað umboðum fyri politisku flokkarnar til morgunmatarfund í gjár 01.des. 

Við til fundin vóru næmingar, arbeiðsfólk og starvsfólk, sum øll vóru áhuga í at hoyra, hvat flokksumboðini ynsktu at vekta í tíðini fyri framman. Flokkarnir vóru væl umboðaðir og evnið til fundin var virkisøkið hjá Dugna og viðurskiftir sum okkara fólk mettu viðkomandi. Fleiri høvdu fyrireika spurningar, sum valevnini fingu møgleika til at svara uppá.