Barbara Sonja Berg verður nýggur deildarleiðari hjá Dugna.
21 umsóknir komu til deildarleiðara starvið á Hjalla.
Barbara er 46 ár og býr í Tórshavn. Hon er útbúgvin sosialráðgevi, kandidatur í námsfrøðiligari sosiologi og hevur diplom í leiðslu. Hon hevur drúgvar arbeiðsroyndir innan serøkið og síðstu 12 árini somuleiðis royndir sum leiðari.
Vit gleða okkum til árið fyri framman og, at Barbara kann byrja í starvinum 5. januar 2023.