Eg eri stolt

Skrivað hevur Stig Elttør

17/02/2023

Í august 2020 valdi eg at fara í skúlan við Áir at taka 9.flokk. Eg valdi at fara har, tí eg hevði hoyrt alt gott um skúlan, og at har vóru fólk, ið vildu gera alt fyri at eg kom ígjøgnum. Í Juni 2022 stóð eg við mínum prógvi, sum eg aldrin hevði trúð at eg vildi standa við. Eg eri so takksom fyri alt sum Dugni hevur gjørt fyri meg. Havi onki angra. Eg fekk so nógva styrki at vera við Áir, at eg ikki bara kundi steðga.

Eg valdi at søkja inn á TSK í Klaksvík og taka eina útbúgving innan matvøru og kom inn á matvørubreytina. Eg eri nakað so stolt at eg eri komin víðari, og eri í gongd við eina víðari útbúgving.