Søludagur í Suðuroy

Skrivað hevur Hedvig Johansdóttir

10/05/2023

Summarsøla hjá Dugna í Suðuroy verður:

Leygardagin 13. mai 

kl.12 - kl.17

Seldir verða lutir, sum eru gjørdir úr endurnýtslutilfari á verkstøðum okkara, og ein rúgva av lutum, sum eru latnir í bingjuna hjá Dugna, verða til keyps søludagin.

Caféin hevur opið og okkurt gott verður til góman.

Møguleiki verður eisini at stuðla okkara virksemi innan heilsufremjan við at keypa lutaseðlar á staðnum. Nógvir góðir vinningar eru á seðlunum.

Takk fyri tykkara stuðul <3