Eftir ynski frá okkara næmingum og arbeiðsfólkum, er stuðulsbólkurin hjá Dugna farin í gongd við at skaffa fígging til eina felagsferð. Endamálið við ferðini er heilsufremjan og upplivingar, sum rúma lærutilgongdum og menning í tryggum umhvørvi og felagsskapi. Endamálið er somuleiðis at raðfesta trivnað og arbeiðsgleði við felagsátøkum og uppgávum tvørs yvir ymisku deildirnar hjá Dugna.
Fleiri av okkara næmingum og fyritíðarpensjónistum uppliva ikki gleðina og møguleikarnar, sum fylgja við tí at ferðast. Nógv hava ikki verið uttanfyri landoddarnar og hava ikki møguleika at víðka sjónarringin ella tilegna sær alt tað, sum fylgir við ferðaupplivingum. Vit vilja fegin stuðla undir, at hetta gert møðuligt, tá vit meta hetta er tætt knýtt at okkara kjarnuvirksemi, sum er at virka heilsufremjandi og veita eitt heildartilboð til okkara fólk.
Í hesum sambandi skipa vit fyri ymiskum stuðulstiltøkum fyri at savna fígging til upplivingar eitt nú við serligum søludøgum, lutaseðlum, tombula ofv. Hetta verður alt gjørt uttanfyri okkara vanliga virksemi.
Takk fyri tykkara stuðul!