Sálarligar avbjóðingar og útbúgving?

Skrivað hevur Meibritt

19/08/2016

Um nakar spyr meg hendan spurning nakrantíð, kann eg svara ja uppá hann.

Eg eri 40 ára gamal og búgvi í Sandavági. Eg havi 2 diagnosur. Onnur eitur “socialfobi” og hin er “aspergerssyndrom”, sum er eitt slag av autismu. Í Juni 2016, fekk eg FHS-prógv við góðum miðaltali.

Tað var ikki meiningin av fyrstan tíð at fara á skúlabonk aftur, tó so, eg hevði roynt tað í Danmark í 2005 og var noyddur at gevast, tá eg ikki megnaði alt trýstið, sum var á mær tá. Tá var bert ein máni eftir.

í 2012 byrjaði eg á Dugna á Hjalla og varð har nakrar tímar um dagin. Tað skal líka sigast at eg var øðiliga illa fyri sálarliga, um hetta mundi, tá eg ikki hevði nakað netverk og var øðiliga einsamur og var stutt áðrenn útskrivaður av deild 3 (Fyri sálarveik), hvar í eg hevði ligið í 8 mánar.

Eg var ein persónur, sum ikki tosaði so nógv og hart um mínar trupulleikar og tá eg var til samtalu hjá teimum á Dugna, var tað mest stuðulin hjá mær, sum segði eitt sindur um meg.

Eg var øðiliga smæðin og fyrstu tíðina tordi eg ikki út í høllina saman við hinum, tá í tað var døgurði. Men hvussu smæðin eg so var og hvussu strævin eg enn mátti hava verið fyri tey, so høvdu tey sæð nøkur virði í mær, sum eg ikki hevði sæð sjálvur.

Upp í fleiri ferðir um dagin, fekk eg at vita at eg bara skuldi spyrja, um eg var í iva um okkurt ella um tað var okkurt, eg ikki var heilt nøgdur við.

Um hetta mundið, hevði eg ein stóran trupulleika at dragast við og tað var at eg kláraði ikki at taka ímóti jaligum viðmerkingum og hetta tordi eg ikki at siga fyri teimum og fekk av tí sama nakrar tungar dagar til tíðir. Tá eg hevði ein slíkan keðiligan dag, leitaði eg ofta til einasta vinin hjá mær, sum var alkohol. Hetta hendi eini 2 ferðir uttan nakran trupulleika, men tá tað so hendi aftur, spurdu tey hvussu eg hevði tað og tá mátti eg bara siga akkurát sum var at eg hevði tað ikki gott og at eg sat og drakk. Tað sum eg ikki visti, var at tey vistu væl av tí, men vildu bara hava meg til at siga tað sjálvur.

Eg bleiv so burtur frá Dugna í eina tíð og fór til avrúsing. Tá eg so kom aftur á Dugna, var tað líka sum nógv lættari, tí nú vistu tey, hvussu eg hevði tað og kendu onkrar av mínum veiku síðum og vistu, hvussu tey kundu hjálpa mær á ein so skynsaman hátt, sum møguligt.

Tað bleiv ikki tosað nógv um tað, sum var hent. Tað var fari og nú var bara at hyggja frameftir, men tað birtist nakað í mær og tað var, at nú tá eg hevði fingið ein nýggjan møguleika, ja so vildi eg eisini vísa meg frá mínari góðu síðu.

Aftaná eg var komin aftur, mentist eg nógv og aftaná eg hevði verið har í eina tíð, komu tey til mín og spurdu, um eg ikki hevði hug til at søkja inn á skúlan við Áir og fingið mær FHS-útbúgving. Eg hugsaði eitt sindur um hetta og valdi so til síðst at tekna meg til skúlan. Eg slapp inn, men tað bleiv ongantíð til nakað, tí útbúgvingin bleiv niðurløgd.

Tá eg hevði verið á Dugna í umleið 1 ár, tosaðu vit eitt sindur aftur og fram um framtíðina hjá mær og tað bleiv so til tað at eg slapp at halda fram har í 1 ár afturat og tað var eg sera fegin um.

Tað seinna árið, valdi eg so, í samráð við tey á Dugna, at søkja inn á FHS í Tórshavn og slapp so inn har.

Hetta seinna árið, sum eg var á Dugna, brúkti eg nógva orku uppá at fyrireika meg til skúlan og tey hjálptu mær, um tað var okkurt, sum eg var í iva um.

Tað kom ein trupul tíð hjá mær, nakað áðrenn eg var liðugur á Dugna. Eg hevði misskilt eina støðu, sum hevði við sær at eg var noyddur at flyta úr íbúðini, sum eg leigaði.

Hetta førdi so við sær at eg kláraði ikki trýstið og fór tí og keypti mær alkohol og segði tað við tey á Dugna beinanvegin.

Eg var vekk í 2 dagar og fór so niðan aftur og ætlaði at takka fyri meg og fyri tíðina, sum eg var har.

Men tá eg kom niðan aftur, bleiv eg móttikin við opnum ørmum og tað einasta eg fekk at vita frá leiðaranum var, hvussu glað hon var yvir at síggja jakkan hjá mær hanga á stólinum, tí so visti hon at eg var komin aftur til mítt arbeiðspláss og fekk eisini rós fyri at hava klára meg so væl gjøgnum tíðina.

Eg flutti so til Sandavágs, inn á eitt sambýli fyri fólk við sálarligum avbjóðingum og so við og við, tóku tey meira yvir og Dugni fánaði eitt sindur burtur, men ikki longur enn at eg helt fram við at arbeiða har.

Í 2014 fór eg so á skúlabonk aftur og var øðiliga stúrin fyri, hvussu tað mundi fara at ganga og setti fyrst eitt mál og tað var at klára fram til heystfrítíðina og so fram til jólar og áðrenn eg visti av, stóð eg við einum prógvi í hondini.

Eg havi ikki so nógv samband við Dugna nú, men tað er ikki tí at tey hava slept mær uppá fjall. Við tí jaliga hugburði, sum tey hava sýnt mær og hava víst mær á nøkur virði, sum eg ikki sá sjálvur, eri eg blivin meira sjálvstøðugur nú og tað eri eg sera takksamur fyri.

Tey tóku fyrstu stigini saman við mær, so eg ikki koppaði, men so gekk eg sjálvur og geri tað enn.

Dugni kemur altíð at hava eitt serligt pláss í hjartanum hjá mær. Um eg ikki var komin á Dugna, so hevði tankin um skúlagongd ikki komin fram á mær aftur. So hevði lív mítt sæð heilt annarleiðis út.

Eg trúgvi at tey allarflestu, sum hava sálarligar avbjóðingar kunnu fáa eina útbúgving, men tað krevur so sjálvandi eisini at man hevur ein sterkan vilja, og man skal trúgva fult og fast uppá tað.

Eitt annað sum eisini krevst er at man er opin fyri øllum møguleikum og allari hjálp, sum  man yvirhøvur kann fáa og ikki skammast við at siga at man hevur tørv á hjálp.

Og so skal man siga EG VIL og EG SKAL fleiri ferðir um dagin, tá tankar um at man ikki ferð at klára tað koma á ein. Tí tað skal ikki verða nøkur loyna, at teir tankarnir koma meir enn 1, 2 og 10 ferðir. Tað er bara at standa sterkur tá.

   

 Allan Simonsen