Útleigan
Kærleikskúlan
Kærleikskúlan 2016
Hjálpsemi er kærleiki Glaskúlan er vakurt prýdd við trimum myndum, ið hava hvør sín sterka lit; bláur – grønur - reyður. Myndirnar ímynda himmalin, vónina og kærleikan og eru ein arvur frá aldargomlu kristnu mentanini og bera í sær stóra styrki. ”Men størstur av hesum er kærleikin”, ið gevur frælsi at liva lívið - tengt at ábyrgd og skyldu mótvegis medmenniskjum okkara. Hjálpsemi mótvegis øðrum sameinir fólk kring heimin og skapar ringar í vatninum. Tað finst óendalig styrki í hjálpsemi móti ø
Kærleikskúlan 2015
Astri Luihn hevur sniðgivið kærleikskúlan 2015. "Vinalag er kærleiki" er heitið á kúluni, sum hevur hevur ein ring av lomvigum sitandi á eini rók, runt um kúluna.
Kærleikskúlan 2014 - eitt listarligt prýði
Astrid Andreasen hevur sniðgivið og signerað nýggju, føroysku Kærleikskúluna, sum hon hevur givið heitið “Móðurkærleiki”.
Kærleikskúlan 2013
Edward Fuglø hevur sniðgivið og signerað Kærleikskúluna 2013, sum hann hevur givið heitið "Men størstur er Kærleikin".
Kærleikskúlan 2012
Zacharias Heinesen hevur sniðgivið og signerað Kærleikskúluna 2012, sum hann hevur givið heitið "Kærleikin er sum sólin".
Kærleikskúlan 2011
Hansina Iversen hevur sniðgivið vøkru Kærleikskúluna 2011, sum ímyndar tvey menniskju, ið hittast. Dugni avdúkaði Kærleikskúluna 2011 á hugnaligari hátíðarløtu í Listasavninum 29. november saman við Listasavni Føroya.
Kærleikskúlan 2010
Tað er kenda listakvinnan Sigrun Gunnarsdóttir, ið hevur sniðgivið Kærleikskúluna 2010. Vakra glaskúlan er litfagurt prýdd við sterku súmbolunum dúgvuni, einglinum og liljuni, sum ímynda okkara arv frá aldargomlu kristnu mentanini.
Kærleikskúlan 2009
Eingin mætari enn Tróndur Patursson hevur sniðgivið fyrstu føroysku kærleikskúluna. Vakra munnblásta glaskúlan ímyndar kosmisku høvini. Í kúluni er vatn og á kúluni svimja hvalir.
Matarskrá
Mánadag
Stoktur Laksur
Týsdag
kjøtgryta v/Pylsum og bacon
Mikudag
Stongt
Hósdag
Biksumatur
Fríggjadag
Rivjasteik
Sølutorg
Matstovan
Matstovan á Hjalla er opin hvønn gerandisdag frá kl. 10:00-15:00.
Les meira...
Tinghúsið
Á Hjalla selja vit ymiskar lutir, sum fólk hava latið til bingjur okkara. Hoyr nærri á tel: 292968
Les meira...
Verkstaðurin á Kambsdali
Vit gera ymiskar polstri, pussi og máliuppgávur fyri kundar. Ring og hoyr nærri á tel: 350350
Les meira...
Endurnýtsluhandilin á Kambsdali
Á Kambsdali selja vit ymiskar lutir, sum fólk hava latið til bingjur okkara.
Les meira...
Træverkstaðurin
Fluguskáp kunnu bíleggjast. Ring og hoyr nærri á tel: 292976
Les meira...
Teldustovan
Vit framleiða m.a. borðkort , visitkort , jólakort , takkarkort , innbjóðingar kort , postkort, sangheftir , faldarar (eisini til jarðarferðir) . Ring og hoyr nærri á tel: 292975
Les meira...
Bilurin: útkoyring Tlf: 292973
Les meira...
Tíðindi