Dugni

Virksemið hjá Dugna

Dugni er ein sjálvsognarstovnur undir Almannamálaráðnum, sum er skipaður sambært viðtøkum frá 1. juli 2012. Dugni er ein endurbúgvingarstovnur, hvørs endamál millum annað er at royna arbeiðsevnini hjá borgarum, ið eru vinnutarnaðir og at skipa fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling, so hesi aftur kunna fara til arbeiðis.

Kjarnuvirksemið er endurbúgvingarvirksemi fyri fólk, ið hava torført við at fáa ella at varðveita arbeiði, hava tørv á at royna síni arbeiðsevni ella at skúla seg, og starvsfólkini arbeiða miðvíst saman við næminginum at finna og menna førleikarnar hjá hvørjum einstøkum.

Dugni hevur einki tilboð fyri fólk við menningartarni, og tilboðini eru fyri fólk yvir 18 ár og í vinnuførum aldri.

Dugni hevur 3 deildir og tilsamans 19 ársverk, ið eru mannað av 22 starvsfólkum. Starvsfólkið á Dugna hevur annaðhvørt útbúgving ella royndir sum pedagogur, lærari, handverkari, so sum snikkari ella kokkur, vaskifólk og annað. Dugni hevur uml. 50 næmingar og 40 arbeiðsfólk.