Skúlatilboð

Skúlatilboð

Møguleiki er at byrja í fyrireikingarflokki, sum er grundarlag fyri 9. floks undirvísing ella at byrja beinleiðis í 9. flokki.

Vit leggja dent á gott samstarv og gott arbeiðsumhvørvi, har vit virða hvønnannan. Skúlin kann testa fyri orðblindni og veita undirvísing til lesi-,skrivi- og rokniveik.

Fyrireikingarflokkur

Í fyrireikingarflokkinum verður miðað eftir at geva grundleggjandi lesi-, skrivi- og rokniførleikar til næmingar.

Eisini veitir skúlin hjálp at loysa persónligar avbjóðingar, so næmingarnir gerast førir fyri at læra og halda fram í 9. flokki (fráfaringarroynd fólkaskúlans).

9. flokkur

Skúlin bjóðar vanligt 9. floks prógv og fylgir undirvísingarreglunum hjá MMR. Skúlaárið endar við fráfaringarroynd fólkaskúlans í mai og juni.