Kenslur

KENSLUR – amboð til munagóða stýring av kenslum, ætlað samstarvinum millum baltiskar og norðurlendskar stovnar, sum arbeiða við vaksnamannalæring.

Nordplus adult Project No: NPAD-2017/10076

Verkætlanarskeið: 06.2017–05.2019

Endamálið við verkætlanini er at fremja eitt samstarv millum felagsskapirnar í verkætlanini og at gera eina handbók við amboðum til starvsfólk í útbúgvingar- og endurbúgvingarøkinum, sum arbeiða við fólkum, sum eru illa fyri kensluliga.

95% av fólkunum, sum starvsfólkini á VšĮ Žmogiškųjų išteklių stebėsenos ir plėtros biuras í Litavien hava arbeitt við gjøgnum interventiónir og venjingarætlanir, hava sagt, at teirra trupulleikar eru knýttir at manglandi førleika til at vísa kenslur og vreiði á skynsaman hátt. Hetta hevur elvt til trætur, ókvæmisorð, harðskap, ágang ella tunglyndi o.s.fr. Støðan er tann, at mong eru upplærd at kúga sínar kenslur, og hetta hevur nógva ávirkan á teirra vælferð, lívsgóðsku, sambond og atferð.

Fyri at kunna møta hesum tørvunum eru hesi mál sett á skrá;

1. Seta orð á amboð til kenslustýring, ætlað starvsfólkum, sum arbeiða við vaksnamannalæring (handbók)

2. Skapa tilvitsku millum starvsfólk, sum arbeiða við vaksnamannalæring, um týdningin av kenslum og stýring av hesum (ráðstevna)

Fyri at røkka málunum í verkætlanini, verða 5 altjóða fundir, og hvør teirra hevur til endamáls at orða ávísu brotini í handbókini. Øll handbókin verður síðani løgd fram á ráðstevnu í Danmark í apríl 2019.

Felagar í verkætlanini:

1. Project Coordinator VšĮ Žmogiškųjų išteklių stebėsenos ir plėtros biuras (Litava)

2. "Mācību centrs plus" (Lettland)

3. Vestegnen HF & VUC (Danmark)

4. Dugni (Føroyar)

5. RightNow ehf Research, Innovation and Skills (RRIS) (Ísland)

 

 -------------------------------------------------------------------------------------------

Emotion

EMOTION - Tools for Effective Management of Emotions for the Baltic-Nordic Consortium of Adult Trainers

NORDPLUS ADULT Project No.: NPAD-2017/10076

Project duration: 06.2017–05.2019

The aim of the project is to carry out a joint development work within the consortium and to create the Handbook with tools for adult educators working with social risk families, abusers, asylum seekers, NEETs and other disadvantaged groups on Emotional Management.

The 95 % of the people with whom the staff of VšĮ Žmogiškųjų išteklių stebėsenos ir plėtros biuras has worked in their interventions, trainings (implementing violence reduction programme, training on self-help methods) have expressed their problems being related to the inability to express emotions, anger in a proper way thus resulting in arguments, outbursts of abuse, violence, bullying or depression as a consequence, etc. The fact is that since the very childhood in the process of socialization people are usually taught to suppress emotions and this affects deeply their welfare, quality of life, relations, behaviour. 

In order to meet the detected needs, the following goals are established:

1. Prepare the Emotional Management tools for adult educators (Handbook).

2. To raise awareness among adult educators on the relevance of Emotional Management (Conference).

In order to reach the goals of the project 5 international meetings will be organised each of them being devoted for the creation of separate sections of the Handbook which will be later presented during the conference in Denmark in April 2019.

 

Project partners:

1. Project Coordinator VšĮ Žmogiškųjų išteklių stebėsenos ir plėtros biuras (Lithuania)

2. "Mācību centrs plus" (Latvia)

3. Vestegnen HF & VUC (Denmark)

4. Dugni (Faroe Islands)

5. RightNow ehf Research, Innovation and Skills (RRIS) (Iceland)