• Dugni
    • Missión og visión
    • Deildir
      • Endurnýstla
    • Endurnýstla
    • Starvsfólk
      • Á Hjalla
      • Við Áir
      • Kambsdal
    • Stýrið
    • Búmerki
    • Viðtøkur
    • Verkætlanir
      • Empowerment by Employment
      • EBE II preparation project
      • Hvordan får vi...
      • Emotion
    • Leys størv
  • Skúli
    • Skúlin við Áir
    • Endamál
    • Skúlatilboð
    • Hvør kann søkja
    • Búdeild
    • Umsókn
    • Myndir
    • Kunning
    • English
  • Verkskúli
    • Endamál
    • Møguleikar
    • Hvør kann søkja
    • Umsókn
    • Kunning
    • Myndir
  • Arbeiði
    • Endamál
    • Møguleikar
    • Hvør kann søkja
    • Umsókn
  • Útleigan
    • Útleigan av hølunum á Kambsdali
styrkir tínar arbeiðsførleikar
Tel 350070, dugni@dugni.fo
  • Dugni
  • Skúli
  • Verkskúli
  • Arbeiði
Láninet
Láninet

Láninet

Samstarvsátak

Dugni hevur fingið spennandi uppgávu frá Á-samtakinum at framleiða láninet til Á-handlarnar í Føroyum. Láninet eru keypsnet, seymað úr endurnýtslutilfari, sum eru sniðgivin og tilvirkað á Dugna. Saman við Á-samtakinum ynskir Dugni at minka munandi um nýtsluna av plasti. 

Tilgongd

Við uppgávum sum láninet hevur Dugni veruligar uppgávur til okkara fólk. Tilfarið skal vaskast, strúkast, klippast, seymast, prentast og pakkast, áðrenn tað verður koyrt út í Á-handlarnar. Ígjøgnum uppgávur sum hesa verður okkara arbeiði skipað. Tilgongdin er at geva fjølbroyttar arbeiðsuppgávur hóskandi orku og førleikar. 

Menniskjaligt tilfeingi - Tilfar 

Tað liggur ein vakur boðskapur í láninetinum, endurnýtslu og nýnýtslu sum heild. Tilfar og menniskju hava rætt til nýggjar møguleikar. Tilfeingið í okkum menniskjum og tilfeingið í tilfari kann blóma av nýggjum, um tað fær møguleika til tess – júst tað, sum spírin í okkara búmerki avmyndar.

Júst hetta er søgan aftan fyri láninetini. Øll eru tey ymisk og serstøk. Nøkur teirra hava fortíð sum tjøld á G-festivalinum, dúkar á Hotel Hafnia, gardinur í fjálgum heimi niðri á Reyni o.s.fr. Felags fyri tey øll er, at tey hava fingið nýtt endamál og nýtsluvirði.

Við samstarvsátakinum láninet hjá Á-samtakinum og Dugna fáa bæði tilfar og menniskju nýggjar møguleikar at blóma, virka og vera til.

  • Dugni
  • Skúli
  • Verkskúli
  • Arbeiði
Dugni er ein endurbúgvingarstovnur, hvørs endamál millum annað er at royna arbeiðsevnini hjá borgarum, ið eru vinnutarnaðir, og at skipa fyri arbeiðsvenjing.

Skrivstovan
Á Hjalla 7a
Postsmoga 301, 110 Tórshavn
dugni@dugni.fo - tel: 350070
Má-frí 10-15.
Kaffikrókurin og Tinghúsið á Hjalla, ma - fr 13-17.

© 2015 Dugni
Rita inn