Arbeiði

Endamál

Endamálið er at geva fyritíðarpensiónistum møguleika fyri at arbeiða hóskandi orku og førleikum, hetta fyri at fáa innihald í gerandisdagin og at fyribyrgja dapurskygni og einsemi.

Møguleikar

Arbeiðstilboðini hjá okkum eru eitt langtíðartilboð til tín, sum ikki hevur møguleika at koma út á arbeiðsmarknaðin næstu árini, men sum hevur evnir og vilja at koma út at arbeiða. Møguleiki er fyri at starvast á øllum okkara deildum á Hjalla, á Kambsdali, í Klaksvík og í Suðuroy.

Gjøgnum arbeiði verður tú lærd/ur at nýta amboð og tað, sum skal til fyri at framleiða vørurnar og veita tænasturnar. Málið er at finna arbeiðsuppgávur, sum tú trívist við, og sum tú kanst hava ábyrgdina av.

Alt eftir hvørjum verkstaði tú arbeiðir á, og hvat tørvurin er, verður skipað fyri vegleiðing ella undirvísing í eitt nú hóskandi arbeiðsatburði, sjálvsmenning, heilsugóðum vanum o.ø. Vit bjóða mennandi tilboð, so tú kanst fáa ein innihaldsríkan gerandisdag.

Vit leggja dent á gott samstarv og gott arbeiðsumhvørvi, har vit virða hvønn annan.

Vanliga arbeiðstíðin er millum 8.00 og 16.00, og støði verður altíð tikið í tí einstaka arbeiðsfólkinum viðvíkjandi ásettu arbeiðsuppgávunum.