Skúlatilboð

Skúlatilboð

Møguleiki er at byrja í fyrireikingarflokki, sum er grundarlag fyri 9. floks undirvísing, ella at byrja beinleiðis í 9. flokki.

Vit leggja dent á gott samstarv og gott arbeiðsumhvørvi, har vit virða hvønnannan. Skúlin kann testa fyri orðblindi og veita lesi-,skrivi- og rokniveikum undirvísing.


Fyrireikingarflokkur

Í fyrireikingarflokkinum verður miðað eftir at geva næmingum grundleggjandi lesi-, skrivi- og rokniførleikar.

Eisini veitir skúlin hjálp at loysa persónligar avbjóðingar, so næmingarnir gerast førir fyri at læra og halda fram í 9. flokki (fráfaringarroynd fólkaskúlans).


9. flokkur

Skúlin bjóðar vanligt 9. floks prógv og fylgir undirvísingarreglunum hjá MMR. Skúlaárið endar við fráfaringarroynd fólkaskúlans í mai og juni.