Búmerki

Navn, búmerki og litir

Undir hesum parti kunnu fjølmiðlar finna myndir, búmerki og annað tilfar, sum tey kunnu nýta til tíðindasendingar, greinar o.s.fr.

Navnið

"Dugni" er eitt navnorð og merkir hjálp, stuðul, tænasta. Sagt verður millum annað: "Veit mær ein dugna".

Orðið kemur av sagnorðinum "at dugna", tvs. at hjálpa, gera ein beina.

Lýsingarorðið "dugnaligur" er nógv brúkt: Sum dugur er í, dugandi, dúgligur, kringur.
Er eisini í familju við navnorðið "dugur": dugnaskapur, nytta, gagn, fongur, umframt sagnorðið "at duga": Vera førur fyri, megna, kunna, nytta, gagna.

"Dugni" er eitt kallkynsorð og finst bara í eintali. Tað bendist sum risi.

Búmerkið

Búmerkið myndar ein avleggjara, eina blómu ella eitt træ, sum fær eitt nýtt lív - ein nýggjan møguleika. Hesin lítli, vakri avleggjarin, sum spírar, hevur eitt skap, sum um hann hevur hug at ríva seg leysan - verða sjálvstøðugur. Hann vil royna seg og skapa sær sítt lív.

Navnatrekkið í búmerkinum - tað svarta - myndar tað støðuga og trygga og er ein góð mynd av stovninum. Tann fríski grøni spírin myndar menniskjað.

Her spírar nakað jaligt.

Litirnir

Litirnir, vit nýta, eru:

Ljóstgrøni liturin
Pantone: 382
CMYK: 29, 0, 100, 0
RGB: 193, 216, 47

Myrktgrøni liturin
Pantone: 356
CMYK: 95, 0, 100, 27
RGB: 0, 133, 63