Kærleikskúlur

Um kærleikskúluna

Kærleikskúlan er framleidd í avmarkaðari nøgd og verður bert seld í eitt avmarkað tíðarskeið. Hon er munnblást, og tí eru tær allar serstakar og ymiskar. Hon hevur hvítt silkiband og er pakkað í snotuliga eskju saman við einum vøkrum faldara. Tað eru arbeiðsfólk hjá Dugna á Kambsdali, sum hava sett eskjurnar saman og pakkað tær.

Kærleikskúlan kann keypast í gávubúðum kring landið frá síðst í november og fram til 23. desember. Hon kostar 400 kr. Skuldu kúlur lopið av, kunnu tær keypast frá Dugna eftir jól fyri 600 kr. ella í Duty-free sølubúðunum í Vága Floghavn og umborð á Norrønu fyri 500 kr.