Missión og visión

Missiónin 
Vit byggja brýr millum menniskju, arbeiðsmarknað og útbúgving, so hvør einstakur fær møguleika at menna sínar arbeiðsførleikar og harvið koma nærri at føroyska arbeiðsmarknaðinum.

 

Visiónin 
At vera fremsti samstarvspartnari í menningini av einum rúmligum og inkluderandi føroyskum arbeiðsmarknaði, har allir borgarar fáa møguleika at røkka sínum arbeiðs- og útbúgvingarmálum.

 

Arbeiðsháttur

- Taka støði í tí einstaka

- Viðurkenna ymiskleika

- Styrkja arbeiðsførleikar

 

Dugni tekur støði í tí einstaka næminginum/arbeiðsfólkinum og setur saman við viðkomandi ráðlegging fyri menning í verk.

Fyrsta fortreyt fyri at fáa fólk at samstarva og menna sínar førleikar er, at viðurkenna tey fyri tað, tey eru, og tí viðurkennir Dugni ymiskleika.

Øll fólk hava evnir til at taka støðu viðvíkjandi teimum sjálvum og evnir til at finna og menna sína styrki, og tí verður hetta arbeiði gjørt í samstarvi við hvønn einstakan.

 

Virðisgrundarlag


Trivnaður

Virðing

Menning