2009

Eingin mætari enn Tróndur Patursson hevur sniðgivið fyrstu føroysku kærleikskúluna. Vakra munnblásta glaskúlan ímyndar kosmisku høvini. Í kúluni er vatn, og á kúluni svimja hvalir.

Kosmisku høvini

Hesin hárfíni knøttur ber innan í sær óendaliga styrki í kosmisku høvunum. Kosmiska havið er markleyst, óendaligt og fullfíggjað. Tað er tann stóra megin, sum sambindir okkum til hvønnannan og til alheimin.

Hvalirnir eru vinaligar kempur, sum ferðast millum okkum í kosmisku høvunum.Teir hjálpa tí skipsfarna og vísa teimum vilstu sálunum á leið á havinum. Og teir bera við sær eitt kosmiskt lánsbræv av kærleika og tolsemi – eitt lánsbræv so sterkt sum havið og so viðkvæmt sum glas.

 

Um listafólkið

Tróndur Patursson (1944) er ein føroyskur listamaður, víða kendur og viðurkendur fyri hansara málningar, standmyndir og glasverk. Tað er ein ómetalig og prýðilig uppliving at standa andlit til andlits við listhandverk Tróndur Paturssonar.

Um tað so er ein leyslig tekning ella ein av hansara stóru installeringum, so hevur tað eina sjáldsama, inniliga og óskiljandi nærveru, hon møtir okkum við tí óskiljandi og tí ókenda og ger okkum varug við eitthvørt fremmant til okkara, eins og tað óendaliga í alheiminum er fremmant fyri okkum.

Ófør fyri at stýra okkara hugsanum og kenslum, so møta vit okkara egna týdningarloysi, tá vit møta listini hjá Tróndi Patursson – ein kensla, sum einans kann lýsast sum óendaliga stórt.

 

Heiðurin av fyrstu kúluni

Fyrsta eintaki av Kærleikskúluni 2009 varð handað Kemilux. Við hesum heiðrinum vildi stýrið fyri Dugna takka fyritøkuni fyri, at hon vísir sosiala medábyrgd og setir fólk, sum hava skerda arbeiðsorku. Kemilux er ein fyrimyndarlig fyritøka, sum slóðar fyri einum meiri rúmligum arbeiðsmarknaði í Føroyum. Tað hevur stóran týdning fyri okkara samfelag. 

Hetta er nakað, sum Dugni ynskir at heiðra og vera við til at varpa ljós á.