2015

Kærleikskúlan 2015 -  Astri Luihn

"Vinalag er kærleiki" er heitið á kúluni, sum hevur ein ring av lomvigum sitandi á eini rók, runt um kúluna.

Vinir eru familjan, vit velja okkum, sum stuðla okkum í kærleika.
Sum fuglunum tørvar okkum flokkin, og flokkinum tørvar okkum.
Vit fylkjast í flokk sum líkir fuglar.
Flokkurin er okkara heim, okkara tryggleiki og stuðul.
Flokkur okkara kann broytast og laga seg við tíðini, men sonn vinabond halda flokkinum saman.
Við kærleika og vinalagi er alt gjørligt.
 

 

 

Um listafólkið

Astri Luihn er málari, grafikari og tónleikafrøðingur.
Hon er fødd í 1949 í Oslo og hevur meginpartin av sínum vaksna lívi búð í Havn, har hon hevur sítt atelier.
Hennara myndamál lýsir av organiskari rútmu, einfeldi, sorgblídni og onkrum sansaligum. Teir elasmáu fuglarnir draga hugflogið at veruleikanum, til teir yvirjarðligu litirnir lætta sær á aftur út hagar, okkara hugflog leiðir teir.

Astri Luihn hevur granskað fólkatónleik, m.a. føroyskan dans og kvøðing, hevur havt stórar dekoratiónsuppgávur í skúlanum á Argjahamri. Hon hevur havt eina nøgd av framsýningum í Norðurlondum, Evropa, USA og Japan og er umboðað á mongum listasøvnum ymsastaðni í heiminum.

 

Heiðurin av fyrstu kúluni

Fyrsta eintaki av Kærleikskúluni 2015 varð handað felagnum Smyril Line. Við hesum heiðrinum vildi stýrið fyri Dugna takka fyritøkuni fyri at vera fyrsta uttanlanda ferðaskrivstovan, sum er við í samstarvinum um Fylgjarakortið.

Fylgjarakortið er ein skipan, sum MBF hevur sett í verk, og sum tryggjar, at føroyingar, sum vegna kropsligt, sálarligt ella mentalt brek hava fylgjara fyri neyðini, fáa hendan við ókeypis.

At Smyril Line er við í skipanini merkir, at fleiri av viðskiftafólkunum hjá Dugna nú hava møguleika at sleppa uttanlands uttan at rinda dupultan kostnað. Higartil hava tey verið noydd at rindað fyri bæði seg sjálvi og fyri fylgjaran. Nú fáa tey fylgjaran við ókeypis.

Somuleiðis er tænastan, ið verður veitt hesum málbólkinum umborð á Norrønu, fyrimyndarlig.

Hetta er nakað, sum Dugni ynskir at heiðra og vera við til at varpa ljós á.