2021

Kærleikskúlan 2021 – hjá Jónu Rasmussen

Tað er listakvinnan Jóna Rasmussen (f. 1946), sum hevur sniðgivið nýggju kúluna. Hon málar og granskar alskyns grafiska tøkni. Verkini eru mangan arbeidd sum røðir av slíkum myndum, har broytingar sipa til ringrørslur, og reikandi formar teirra menna seg alsamt. Komnir aftur til upprunan eru teir vorðnir øðrvísi. Eins og menniskjað í samfelagnum broytist gjøgnum upplivingar, samstundis sum at lívið endurtekur seg í dagar, ár, ættarlið og tíðarskeið.

Tað ekspressiva í verkunum rennur saman við ein fínligan sans fyri tí einfalda og nærum minimalistiska. Myndevnini verða skorin inn á bein, samstundis sum hon varðar um tað sansaliga og ábendandi, skrivar listasøgufrøðingurin Eva Furseth í innganginum til bókina um listakvinnuna.

Hetta er trettanda árið á rað, at Dugni letur Kærleikskúluna úr hondum.

Jóna Rasmussen sigur soleiðis um Kærleikskúluna 2021 í orðingini, sum fylgir við kúluni:

Skerpingur

"Skerpingur” merkir turkur og vísir til skerdar møguleikar. Hesir vísa aftur til, hvussu viðbrekin menniskjan er, eins og glasið er tunt og skroypiligt og brotnar lætt.

Tær svørtu linjurnar kring kúluna skapa størri og smærri rúm í mun til avbjóðingarnar, og samstundis skapa tær eina umfevnandi verju. Kærleikskúlan 2021 avmyndar hugburð menniskjans, og er ein áminning um týdningin av, at vit hjálpa, vísa virðing og kærleika móti hvørjum øðrum.

Jóna hevur fingið mannin, Ingálvur Rasmussen, at seta saman eina orðing til kúluna, eins og hon so mangan hevur gjørt til hennara verk og framsýningar kring knøttin.

Skerpingur man ofta leiða                         
stúran ofta tankar breiða                           
Kærleikin hann altíð vinnur                   
alt tað góða okkum minnir                        
Kærleikskúlan vísir á                                                                                         
hvar vit finna góðu ráð   

A crack, a rift, a broken dream
It cannot mend through worrying
But love can brace the fragile land
Build it up and hold its hand
The Globe of Goodwill lets us know
That love is in the seeds we sow
(týðing: Lena Andersen)

 

Heiðurin av fyrstu kúluni

Tá Kærleikskúlan verður avdúkað, verður somuleiðis ein serligur heiður sýndur einum persóni ella felagsskapi, sum fær fyrstu kærleikskúluna. Hesin skal á onkran hátt hava verið við til at betra umstøðurnar hjá fólki við skerdum førleikum og hava víst serligt framfýsni og áræði, sum ávirkar virkisøkið hjá Dugna.

Stýrið fyri Dugna, sum eru Jórun Gardar, Elkin Klettheyggj, Magni á Deild Olsen, Tóra við Keldu og Martin Karl Olsen valdu at heiðra Doris Hansen.

Doris hevur stríðst fyri at betra um umstøður og lívskor hjá málbólkinum hjá Dugna. Í virki sínum hevur hon møtt nógvum menniskjum við ymiskum sinnisligum ella likamligum avbjóðingum. Hetta skjalfestir hon virðiliga í bókini “Søgan um hini”. Hon hevur slóðað fyri einum nútímans hugsanarhátti og breiðari fatan av fólkum við skerdum førleikum og teirra luti í samfelagnum.