2012

Zacharias Heinesen hevur sniðgivið og signerað Kærleikskúluna 2012, sum hann hevur givið heitið "Kærleiki er eins og Sólin".

 

Kærleiki er eins og Sólin

Kærleiki er eins og Sólin –
hevur allar litir í sær.
Sólin er okkurt brandgult eins og eldur,
korkalitt ella grønligt gult.
Sólin sendir sínar litstrálur.

Hygg! 
Nú er kærleikin blákollulittur.
Tú ert lyftur upp í luftina,
tú fert uppfrá í ovfarakæti,
gloymir allan vandan.
Tú ert findarglað/ur
og eydnusæl/ur.

Zacharias Heinesen

 

Um listafólkið

Ársins listafólk, Zacharias Heinesen, føddur í 1936, varð útbúgvin á Listaskúlanum í Íslandi og á Royal Danish Academy of Fine Arts frá 1959 – 63.

Zacharias Heinesen er ein týðandi leiklutur í føroyskari list. Hann hellir seg tungt at føroysku siðvenjuni við landslagi.

Kortini bræðir hann hansara evni inn í smálutir í mótsetning til eldri klassiska málarasiðvenju, meðan hann savnar seg um ta livandi styrkina og ógvusligu styrkina av litunum og tí hjartanemandi lívinum av útsíðuni. Zacharias Heinesen hevur eitt breitt spenni av framsýningum aftan fyri seg bæði í Føroyum og uttanlands við málningum, grafiskari list og skreyti. Hann hevur m.a. móttikið Mentanarvirðisløn Landsins í 2006.

 

Heiðurin av fyrstu kúluni

Stýrið fyri Dugna ynskti at heiðra Leilu Solmunde, sálu, við fyrsta eintakinum av Kærleikskúluni 2012. Við hennara virksemi, atburðarlagi og hugburði sínum gav hon lívi okkara litir og harumframt ikki at gloyma, gav hon øllum, ið bera brek eina lívsjáttandi vón. Eldsálin, ið varð heiðrað fekk heiðurin - post mortem.

Hon fór til fedrar sínar í mars 2012. Men navnið Leila Solmunde er ljóslivandi í samfelagi okkara. Hitin av hugburði hennara og afturljóði, ekkóið av orðum hennara fara framvegis at kennast og hoyrast, eins og tey støðugt fara at birta eina vón hjá fólki, ið bera brek og teirra avvarandi. Av sonnum ein virðilig fyrimynd.

Hetta er nakað, sum Dugni ynskir at heiðra og vera við til at varpa ljós á.