2022

Kærleikskúlan 2022 – Bárður Jákupsson

Á hátíðarløtu í Listasavn Føroya í dag varð nýggja kærleikskúlan hjá Dugna avdúkað. Tað er listamaðurin Bárður Jákupsson (1943), sum hevur sniðgivið nýggju kúluna. Í ummælið av listini hjá Bárði Jákupssyni sigur listaummælarin Peter Michael Hornung, at ”Málningalist hansara kenst av einum hugburði til litir, ið er knýttur at vøkstri og grøði í teirri sansaðu náttúruni, og fríari og rútmisk livandi pensilsskrift, sum – stílistiskt og grafologiskt – eyðkennir bæði listamansins mensku megi og fína musikalitet.

Tvey sløg av náttúru møtast í listini hjá Bárði Jákupssyni: málningsins náttúra – og Føroya, og tær eru felags um at vera í sterkari rørslu og støðugari broyting”      

Hetta er fjúrtanda árið á rað, at Dugni letur Kærleikskúluna úr hondum.

 

Bárður Jákupsson sigur soleiðis um tankarnar aftanfyri Kærleikskúluna 2022 í orðingini, sum fylgir við kúluni:

tokkabragd
ullarlagdur
svartur nipil
har fleyg ein lógv
sólja í hvørjum hyljareyga

 

Heiðurin av fyrstu kúluni

Tá Kærleikskúlan verður avdúkað, verður somuleiðis ein serligur heiður sýndur einum persóni ella felagsskapi, sum fær fyrstu kærleikskúluna. Hesin skal á onkran hátt hava verið við til at betra umstøðurnar hjá fólki við skerdum førleikum og hava víst serligt framfýsni og áræði, sum ávirkar virkisøkið hjá Dugna.

Stýrið fyri Dugna, sum eru Jórun Gardar, Elkin Klettheyggj, Magni á Deild Olsen, Tóra við Keldu og Martin Karl Olsen valdu at heiðra:

Kvinnuhúsið

Um Kvinnuhúsið verður sagt:

“Tey fremja eitt serligt arbeiði fyri málbólkin hjá Dugna. Tey eru ein týðandi rødd í føroyska samfelagnum, tí tey varpa ljós á sálarligan harðskap, og teirra virksemið fevnir eisini um hjálp til sosialt og sálarliga útsett fólk.

Tey veita bæði ráðgeving og ítøkiliga hjálp til familjur og einstaklingar, ið leita sær hjálp har. Talan er bæði professionella hjálp frá fakfólki umframt nógv sjálvboðið arbeiði. 

Partur av teirra virksemið er:

at kunna um harðskap í familju og parløgum
at veita hjálp til sjálvhjálp
at hava eina kreppumiðstøð
at bjóða samrøðubólkar
 

Við hesum eru tey við til at veita týðandi hjálp til fólk í sera truplum umstøðum.