Verkskúli

Endamál
Endamálið við verkskúlanum er at royna at venja tíni arbeiðsevni og at meta um og byggja á tínar styrkir og møguleikar.

 

Møguleikar
Møguleiki er fyri at royna tíni arbeiðsevnir á øllum okkara deildum á Hjalla, á Kambsdali og í Suðuroy.

Vit bjóða arbeiðsroynd og arbeiðsgreining. Hvussu leingi eitt skeið varar, veldst um tann einstaka næmingin, hansara tørv og møguleikar. Oftast byrjar eitt skeið við trimum mánaða arbeiðsgreining, og endar við eini ráðlegging um, hvat tú vilt og hvat vit ráða til. Um vit ráða tær til at leingja verkskúlan, og tú vilt tað, fært tú høvi at leingja tíðina hjá okkum upp til 2 ár og møguliga royna teg í starvsvenjing á einum arbeiðsplássi, sum hóskar til tínar førleikar.

Vit stremba eftir at hava ein arbeiðsdag sum á vanliga arbeiðsmarknaðinum.
Vit framleiða ymiskt, sum kann seljast í okkara handlum, ella sum er umbiðið av kundum.

Gjøgnum arbeiðið verður tú eitt nú lærd/ur at nýta amboð, samskifta, samstarva, menna førleikar og annað, sum skal til fyri at vera virkin í arbeiði.

Vit leggja dent á gott samstarv og gott arbeiðsumhvørvi, har vit virða hvønnannan.
Alt eftir hvørjum verkstaði tú arbeiðir á, og hvat tørvurin er, verður skipað fyri vegleiðing ella undirvísing í eitt nú hóskandi arbeiðsatburði, sjálvsmenning, heilsugóðum vanum o.ø.