Handilstreytir
Keyps- og veitingartreytir
1. Inngangur
Dugni
Á Hjalla 7a
110 Tórshavn
V-tal: 328456
dugni@dugni.fo
(+298) 35 00 70
2. Trygd í sambandi við keyp
Dugni nýtir QuickPay til at handfara keyp á hesi síðu.
Quickpay veitir í samstarvi við Clearhaus vissu fyri, at tínar kortupplýsingar verða bronglaðar og sendar beinleiðis til bankan ígjøgnum eitt trygt samband (SSL).
Dugni hevur ikki atgongd til upplýsingar á tínum gjaldkortið.
3. Rindan
Tú kanst rinda við hesum gjaldkortum:
- Visa
- Mastercard
Tú rindar við at skriva títt kortnummar, eftirlitstal, og nær kortið gongur út. Ókeypis er at nýta gjaldkortið.
Keypsupphæddin verður ikki drigin frá kontuni, fyrr enn vøran er send ella avheintað.
4. Avgreiðsla
Avgreiðslutíðin fyri bílagdar vørur er vanliga upp til 4 yrkadagar, um vøran er á goymslu. Er vøran ikki á goymslu, verður avgreiðslutíðin longri.
Vørur kunna avheintast ella berast út. Útbering er við Posta.
Frakt verður avgreidd sambært tí postgjaldi, ið er upplýst. Hetta gjald verður lagt omaná vørukostnaðin.
5. Gjaldoyra og kvittan
Allir prísir eru í donskum krónum (DKK). Fyrilit verður tikið fyri prísbroytingum.
Tá ið tú hevur rindað, verður kvittan send á tín teldupost við upplýsingum um keypið.
Meirvirðisgjald er lagt á allar vørur.
6. Iðranarrættur
Vilt tú gera brúk av iðranarrættinum, er hetta møguligt upp til 14 dagar eftir, at vøran er móttikin. Hetta er tó bert galdandi, um vøran ikki er upplatin. Frá fráboðan hevur tú 5 dagar, inntil vøran í seinasta lagi skal vera latin okkum aftur.
Vøran skal sendast til:
Dugni
Á Hjalla 7a
110 Tórshavn
Verður vøran send, mást tú sjálv/ur gjalda flutningsgjaldið.
Er nýggj vøra skadd hevur tú sambært lóg 2 ára endurgjaldssrætt. Í slíkum føri verður tú biðin um at seta teg í samband við okkum á dugni@dugni.fo.