Missión og visión

Missiónin 
“Vit vilja gera arbeiðsmarknaðin í Føroyum rúmligari við miðvíst og áhaldandi at ávirka politikarar og arbeiðsmarknaðin við hugtakinum ”Øll hava rætt til útbúgving og arbeiði”.

Út frá hesum samskifta vit við týðandi samskiftisfelagar, privatar og almennar arbeiðsgevarar og politiskar myndugleikar. Vit hava í boði ymisk og liðilig endurbúgvingartilboð, sum hava til endamáls at styrkja og menna tann einstaka og soleiðis vera ein liður í, at viðkomandi kann gerast virkin á arbeiðsmarknaðinum.”

 

Visiónin 
“Øll, ið fáa pláss á Dugna, skulu koma í hóskandi útbúgving, arbeiði ella tiltak”.

Dugni vil verða kent fyri at ganga á odda við nýskapandi arbeiðs- og útbúgvingartilboðum til fólk, ið hava tørv á møguleikum. 

Dugni vil virka við jaligheit og lokkandi samstarvsførleika, so arbeiðsgevarar, politikarar og aðrir týðandi samstarvsfelagar taka sosiala medábyrgd og virka fyri at víðka rúmliga arbeiðsmarknaðin í Føroyum.

Dugni vil verða kent fyri at hava fakliga dugnalig starvsfólk, ið megna at arbeiða fleirfakligt við eitt nú námsfrøðiligum, undirvísingarligum, sosialfakligum og viðgerðarligum førleikum.

Dugni vil hava umsorgarfull undirvísingartilboð og vinnulíknandi virksemi, ið speglar samtíðina, gevur viðkomandi avbjóðingar, kveikir sjálvbjargni og førleikamennir fólk til eitt virkið lív.

 

Høvuðsmál
Fyri at røkka visiónini hevur Dugni trý høvuðsmál:

1. Taka støði í tí einstaka
2. Viðurkenna ymiskleika
3. Styrkja arbeiðsførleikar

Dugni tekur støði í tí einstaka næminginum/arbeiðsfólkinum og setur saman við viðkomandi ráðlegging fyri menning í verk.

Fyrsta fortreyt fyri at fáa fólk at samstarva og menna sínar førleikar er, at viðurkenna tey fyri tað, tey eru, og tí viðurkennir Dugni ymiskleika.

Øll fólk hava evnir til at taka støðu viðvíkjandi teimum sjálvum og evnir til at finna og menna sína styrki, og tí verður hetta arbeiði gjørt í samstarvi við hvønn einstakan.

 

Virðisstøðið 
Trivnaður, virðing og menning