Dugni
Virksemið hjá Dugna
Dugni er ein sjálvsognarstovnur undir Almannamálaráðnum, sum er skipaður sambært viðtøkum frá 1. juli 2012. Endamálið hjá Dugna er millum annað at royna arbeiðsevnini hjá borgarum, ið eru vinnutarnaðir og at skipa fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling, so hesi aftur kunnu fara til arbeiðis.
Kjarnuvirksemið er endurbúgvingarvirksemi fyri fólk, ið hava torført við at fáa ella at varðveita arbeiði, hava tørv á at royna síni arbeiðsevni ella at skúla seg, og starvsfólkini arbeiða miðvíst saman við næminginum at finna og menna førleikarnar hjá hvørjum einstøkum.
Dugni hevur einki tilboð til fólk við menningartarni, og tilboðini eru til fólk yvir 18 ár og í vinnuførum aldri.
Dugni hevur fimm deildir og tilsamans 28 starvsfólk. Starvsfólkið á Dugna hevur annaðhvørt útbúgving ella royndir sum pedagogar, lærarar, handverkarar, so sum snikkari ella kokkur, vaskifólk og annað. Dugni hevur uml. 60 næmingar og 40 arbeiðsfólk.