Endurnýtsla

Tinghúsið á Hjalla
Á Hjalla selja vit ymiskar lutir, sum fólk hava latið í bingjur okkara á Endurnýtsluni á Brennistøðini á Hjalla.

Vit selja møblar, leikur, súkklur og nógv annað. Innan lutirnir koma í handilin, gera vit smáar ábøtur og reinsa lutirnar. Vit selja somuleiðis innbúgv, sum vit hava sett í stand á verkstøðunum hjá okkum á Hjalla.

Handilin hevur opið
Týsdag - fríggjadag kl. 12:30 - 16 

 

Tinghúsið í Klaksvík
Á Klaksvíksvegi 56 selja vit ymiskar lutir, sum fólk hava latið í bingjur okkara í Klaksvík, á Kambsdali, við Streymin, á Tvøroyri og í Vestmanna.

Vit selja innbúgv, barnaútgerð, húsarhaldsútgerð og nógv annað. Innan lutirnir koma í handilin, gera vit smáar ábøtur og reingera lutirnar. Vit selja somuleiðis innbúgv, sum vit hava sett í stand á verkstøðunum hjá okkum á Kambsdali.

Handilin hevur opið:
Mánadag til fríggjadag kl. 13 - 17
Síðsta leygardag í hvørjum mánaði kl. 10 - 14

 

Móttøkustøð

Bingjuplássið hjá Brennistøðini á Hjalla
Mikudag 8 - 17
Leygardag 10-17

Klaksvík á Grønahøvda (Ánirnar)
Mánadag - fríggjadag 16 - 19
Leygardag 13  - 19

Vestmanna Skilagot
Mánadag - fríggjadag 16 - 18
leygardag 14 - 17

Umhvørvisplássið við Streymin
týsdag, hósdag og fríggjadag 14 - 16
mikudag 14 - 18
leygardag 13 - 17

 

Takk fyri tín stuðul!