Tíðindi
AfturDugni letur aftur sølubúðina i miðbýnum
Vit eru LBF hjartaliga takksom fyri møguleikan at húsast í teirra kveikjandi kørmum hetta síðsta árið og gleðast um teirra fyrimyndarliga ynski, um at vísa burðardygt og menniskjaligt atlit. Fyritøkan er eitt gott dømi um, hvussu vinnan kann vera ein viðspælari í arbeiðsfemjandi tiltøkum, har fólk sleppa at vera virkin og venja síni arbeiðsevnir.
Nú eitt ár er síðani, vit fingu møguleikan at lata upp lítlu sølubúðina á gongugøtini í Havn, hava vit valt at steðga.
Orsøkin er avbjóðingin við at vera á fleiri staðsetingum í senn. Síðsti søludagur verður mikudagin 14. juni.
Vit samla nú alt virksemi hjá Dugna í Havn niðan á Hjalla.
Øll eru hjartaliga vælkomin at vitja okkum í Tinghúsinum á Hjalla
týsdag - fríggjadag kl. 12 – 16
Dugni