Tíðindi

Icon arrow left Aftur

Nú síggjast úrslit av meirjáttan

Í gjár kom Sirið Stenberg, landsstýriskvinna saman við hennara embætisfólkum at vitja deildina hjá okkum í Suðuroy.

Eftir at Dugni hevur fingið játtan á fíggjarlógini til leiguútreiðslur fyri virksemi í Suðuroy, eru vit nú við at flyta inn í Pakkhús 5 á Tvøroyri. Starvsfólk og næmingar á Dugna eru í holt við at innrætta hølini í samráð við kommununa, og umvælingin er týðandi liður í arbeiðsbúgvingini hjá næmingunum. Avgjørt er at innrætta ein seymiverkstað, ein timburverkstað og síðani eitt lítið kafeøkið, har fólk kunnu detta inn á gólvið fyri at síggja útrslit av virkseminum hjá Dugna. Ynski okkara er, at týðandi boðskapurin hjá Dugna við blómandi spíranum skal síggjast aftur í øllum. Endurnýtsla gongur aftur í tilfeinginum á verkstøðunum, og arbeitt verður miðvíst við at varpa ljós á virði í nýggjum møguleikum fyri tilfeingi eins og fyri menniskju.

Øll starvsfólk á Dugna, saman við umboði fyri stýri, høvdu lagt leiðina suður fyri at gleðast saman við starvsfólkunum og næmingunum á Dugna í Suðuroy.