Tíðindi
AfturPrógvhandan í skúlanum við Áir
Mánadagin 17. juni var prógvhandan fyri næmingunum í 9. flokki í skúlanum við Áir.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, bar fram røðu til næmingarnar. Hon endaði røðuna við søguni um vinmenninar Arthur og Sandy. Hvussu teir hjálptu og stuðlaðu hvørjum øðrum í truplum tíðum. Sandy bleiv blindur og Arthur varð hansara eygu ígjøgnum øll skúlaárini. Og seinni í lívinum, tá Arthur manglaði pengar til at geva eina LP út, fekk hann pengarnar frá Sandy. Á hesi LP var ein sera kendur sangur, ið byrjar við "Hello Darkness my old friend" - og Arthur bleiv seinni kendur saman við Paul Simon í "Simon & Garfunkel".
"Søgan sigur, at Art og Sandy enn eru vinmenn. Art skal hava sagt, at Sandy gjørdi hann til eitt betri menniskja og Sandy at Arthur gjørdi hann til heimsins eydnuríkasta mann. Soleiðis kann vinskapur fáa tað besta fram í fólki og flyta fjøll. " (úr røðuni hjá Sirið Stenberg)
Lyon Hansen ríkaði løtuna við Leið 400, Juliet og øðrum góðum sangum.
Eisini fingu vit eina serliga heilsu frá Katrin, ein omma, sum hevur verið í skúlanum síðani einaferð í marsmánaða. Í røðuni segði Katrin ma. "Nú er tað soleiðis, at eg eri so heppin, at hava kunna sitið her á síðulinjuni í nakrar vikur og sæð tykkum øll, ja bæði næmingar, lærarar og tykkum báðar Margrethu og Anni. Tað, sum eg havi sæð er, at her verður umsorgan givin til øll, og her er rúm fyri ymiskleikanum, og so ikki minst - her verður allur stuðul settur inn fyri at tit næmingar náa tykkara málið, so tit fáa tykkara prógv."
Sum tøkk fingu vit ein málning eftir Stellu Zachariassen
Ein stórur dagur fyri næmingar, avvarðandi og okkum starvsfólk.
Hjartaliga til lukku við 9. floks próvnum :)
Røðan hjá Sirið kann lesast her: https://www.ammr.fo/fo/kunning/tidindi/progvhandan-a-skulanum-vid-air