Tíðindi

Icon arrow left Aftur

Kærleikskúlan 2024

Kærleikskúlan 2024 – Torbjørn Olsen

Á hátíðarløtu í Listasavn Føroya varð nýggja kærleikskúlan hjá Dugna avdúkað í dag.

Tað er listamaðurin, Torbjørn Olsen (f. 1956), sum hevur sniðgivið nýggju kúluna.

Torbjørn greiðir soleiðis frá:

Eg eri føddur í lítla stórbýnum Tórshavn og her

livi og virki eg, her ið stormarnir ýla næstan alla

tíðina, alt fýkur uttan um teg, hús, fólk, djór,

trø, ja, nú eru ikki so nógv eftir av teimum,

bilar, bátar, tað bæði regnar og kavar, alt er

svart og grátt, men so við eitt stendur alt stilt,

alt verður kvirt, so kvirt, at tú kundi hoyrt eina

knappanál detta til jarðar og teir glæsiligastu

litirnir lýsa upp og fuglarnir láta aftur … 

 

Um tankarnar aftanfyri Kærleikskúluna 2024 sigur listamaðurin:

 

TAÐ ER VIÐ KVINNUNI

SUM VIÐ LISTINI

TANN EKTAÐA OG SO

TANN EFTIRGJØRDA

 

Hetta er sekstanda árið á rað, at Dugni letur Kærleikskúluna úr hondum.

 

Heiðurin av fyrstu kúluni

Tá Kærleikskúlan verður avdúkað, verður somuleiðis ein serligur heiður sýndur einum persóni ella felagsskapi, sum fær fyrstu kærleikskúluna. Hesin skal á onkran hátt hava verið við til at betra umstøðurnar hjá fólki við skerdum førleikum og hava víst serligt framfýsni og áræði, sum ávirkar virkisøkið hjá Dugna.

Stýrið fyri Dugna, sum eru Elkin Klettheyggj, Martin Karl Olsen, Jórun Gardar, Magni á Deild Olsen og Tóra við Keldu valdu at heiðra Sinnisbata.

Stýrið ynskti, at heiðra Sinnisbata og harvið at varpa ljós á teirra megnar arbeiði við at betra um lívsgóðsku og rættindini hjá borgarum í Føroyum, sum stríðast við sálarsjúku, órógv og aðrar avbjóðingar. Millum hópin av arbeiðsfólkum og næmingum á Dugna, eru fleiri fólk sum stríðast við sálarsjúku, og ynskir Dugni við hesum heiðrinum, at stuðla undir tí ótroyttiliga arbeiði, sum felagsskapurin ger. 

 

Um kærleikskúluna
Kærleikskúlan er eitt serligt listarligt átak, har Dugni saman við umboði fyri Listasavn Føroya og landsstýrisfólkinum í Mentamálum velur eitt av Føroya mætastu listafólkum at sniðgeva kúluna. Kærleikskúlan er framleidd í avmarkaðari nøgd og verður bert seld í eitt avmarkað tíðarskeið. Hon er munnblást, og tí eru tær allar serstakar og ymiskar – júst sum vit menniskju eru tað. Hon hevur hvítt silkiband og er pakkað í snotiliga eskju saman við einum vøkrum faldara á føroyskum og enskum. Kúlurnar eru framleiddar uttanlanda og síðani sendar til Føroya, har tær eru kannaðar og pakkaðar. Tað eru arbeiðsfólk á verkstøðunum hjá Dugna á Kambsdali, sum hava staðið fyri pakking av kúlunum, og somuleiðis eru tað næmingar og arbeiðsfólk á Hjalla, sum hava staðið fyri marknaðarførðing og skipan av móttøkuni í listasavninum.

Kærleikskúlan 2024 kann keypast í gávubúðum kring landið frá 26. november til 23. desember. Hon kostar 400 kr. Allur søluágóðin fer til mennandi virksemið hjá Dugna. Til dømis skipar Dugni fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling til fólk, sum hava torført við at fáa ella varðveita arbeiði, so hesi kunnu fara víðari út í arbeiði ella undir útbúgving. Skipað verður fyri virksemi, ið speglar samtíðina, gevur viðkomandi avbjóðingar, kveikir sjálvbjargni og førleikamennir fólk til eitt virkið lív.

Undanfarin ár hava hesi listafólkini sniðgivið Kærleikskúluna: Tróndur Patursson (2009), Sigrun Gunnarsdóttir (2010), Hansina Iversen (2011), Zacharias Heinesen (2012), Edward Fuglø (2013), Astrid Andreassen (2014), Astri Luihn (2015), Eyðun av Reyni (2016), Guðrið Poulsen (2017), Ole Wich (2018), Rannva Kunoy (2019), Eli Smith (2020), Jóna Rasmussen (2021), Bárður Jákupsson (2022) og Súsan í Jákupsstovu (2023).