Tíðindi
Fráfaringarløta fyri Hedvig
Vit á Dugna hava í dag sagt farvæl við okkara fitta stjóra, Hedvig Johansdóttir.
Hedvig hevur starvast hjá okkum seinastu 15 árini – fyrst sum deildarleiðari á Hjalla, og síðani sum stjóri.
Vit eru øll sera takksom fyri stóra arbeiði, ið Hedvig hevur latið úr hondum – bæði í Suðuroy, Kambsdali, Klaksvík, við Áir og á Hjalla.
Við stórum áræði og jaligum lyndi hevur hon staðið á odda fyri týðandi virksemi okkara, og vit ynskja henni nú blíðan byr og alt tað besta í nýggja starvinum.