Tíðindi

Icon arrow left Aftur

Móttøka fyri Elin Ludvig

Fríggjadagin 22.august varð móttøka fyri nýggja stjóranum hjá Dugna, Elin Ludvig.

Nógv vóru møtt upp til hesa hátíðarligu løtu, Finn Koba spældi og sang nøkur góð og kend løg og talur frá Elkin Klettheyggj forkvinnuni á Dugna, Stig Elttør leiðari á Skúlanum við Áir, sum var virkandi stjóri til Elin bleiv sett 1.august og eisini var tala frá Elin Ludvig, stjóra á Dugna. Landsstýrismaðurin frá AMMR Eirikur í Jákupsstovu var eisini og heilsaði uppá nýggja stjóran á Dugna. Fyrrverandi starvsfelagar frá Almannaverkinum, familjan hjá Elin og starvsfólk, arbeiðsfólk og næmingar á Dugna vóru eisini hendan frálíka dagin og gjørdi alt so hugnaligt.

Elin Ludvig, sum nú er stjóri hjá Dugna hevur útbúgving sum kandidatur í sosialum arbeiði og hevur diplom í leiðslu. Frammanundan hevur hon verið deildarleiðari hjá Almannaverkinum, á deildini Arbeiðsbúgving í 10 ár og verið sosialráðgevi í barnaverndartænastu og á asyløkinum í Danmark.

Vit á Dugna ynskja Elini bestu eydnu í nýggja starvinum.